130 likes | 237 Views
Learn about the Google Book Settlement, its background, content, opportunities, deadlines, and terms. Understand the agreement, options for authors, and potential implications. Key dates for participation and exclusion. Details on rights, royalties, and the process. Visit the official website for registration and additional resources.
E N D
Google bókasemjan • Stutt kunning til aðalfundin 29. mars 2009
Google bókasemjan • Bakgrund • Í 2004 fór Google undir eina verkætlan rópt Google Library Project, har Google í samstarvi við fleiri stór bókasøvn kring heimin fór undir at talgilda bøkur uttan at neyðugu loyvini vóru fingin til vega frá teimum, ið eiga upphavsrættindini til bøkurnar.
Google bókasemjan • Bakgrund • Av hesi orsøk stevndu amerikanska rithøvundafelagið og forleggjarafelagið Google fyri brot á upphavsrættin. Sakarmálið hevur vart í meira enn tvey ár og hevur kostað nógvar pengar fyri báðar partar. Nú hava partarnir so gjørt hesa semju.
Google bókasemjan • Hvør & hvat? • Semjan umfatar allar rættindahavarar, sum búgva í londum, ið hava undirskrivað altjóða Bern-avtaluna um upphavsrætt (herundir Føroyar) • Semjan umfatar bøkur á øllum málum og brot út bókum, herundir myndir í barnabókum. Ikki tíðarrit og greinir.
Google bókasemjan • Innihald • Rættindahavarar fáa endurgjald fyri tað, sum higartil er talgildað uttan loyvi • Upphavsrættarhavarar fáa framyvir lut í søluvinningi hjá Google • Upphavsrættarhavarar avgera sjálvir, hvørjar bøkur skulu vera við
Google bókasemjan • Møguleikar • Rættindahavarar kunnu velja, hvørt teir vilja ganga undir treytirnar í samjuni • Neyðugt er at gera vart við sína støðu, um ein IKKI ynskir at vera við í semjuni • Tilmæli frá øðrum rithøvundafeløgum: ver við í semjuni
Google bókasemjan • Freistir • 5. mai 2009: freist at boða frá luttøku á rættarfundinum, sum verður 11. juni • 5. mai 2009: freist at attala/mótmæla semjuna • 5. mai 2009: freist at melda seg ÚR semjuni
Google bókasemjan • Freistir • 11. juni 2009: rætturin tekur støðu til, um semjan skal góðkennast • 5. januar 2010: freist at søkja um endur-gjald fyri tilfar, sum er talgilt uttan loyvi • 5. apríl 2011: freist at boða frá ynski um at ekskludera bøkur úr bókaskránni
Google bókasemjan • Treytir • Sambært avtaluni skal Google rinda fyri stovnan og rakstur av eini skrá yvir allar rættindahavararnar, sum verður umsitin av rættindahavarunum sjálvum (umboð-um). Hetta skal tryggja rættindahavar-unum, at alt fer rætt fram, og at upphavs-rættindini ikki verða brotin.
Google bókasemjan • Treytir • Google rindar 63% av allari sølu framyvir til rættindahavararnar. • Rættindahavararnir siga frá sær øll rættindi at saksøkja Google ella bókasøvnini fyri brot á upphavsrættin og annað endurgjald, sum ikki er umfatað í semjuni.
Google bókasemjan • Tilmæli frá svenska rithøvundafelagnum: • “Det är i realiteten bara den som vill ha kvar en möjlighet att stämma Google i USA som har anledning att stå utanför förlikningen. Den som väljer att medverka i förlikningen har möjlighet att välja om, och i så fall på vilket/vilka sätt Google får använda de aktuella verken.”
Google bókasemjan • Heimasíða til skráseting av rættindum: • http://www.googlebooksettlement.com/r/home • Aðrar hentar heimasíður um semjuna: • http://googlebooksettlement.com • http://books.google.se • http://www.authorsguild.org/advocacy/articles/settlement-resources.html
Google bókasemjan • Meira kunning verður send limunum í Rithøvundafelagnum ein av næstu døgunum • Takk fyri!