tilfari er gj rt samband vi at n.
Download
Skip this Video
Loading SlideShow in 5 Seconds..
Tilfari er gjørt í samband við at PowerPoint Presentation
Download Presentation
Tilfari er gjørt í samband við at

Loading in 2 Seconds...

play fullscreen
1 / 111

Tilfari er gjørt í samband við at - PowerPoint PPT Presentation


  • 199 Views
  • Uploaded on

Tilfari er gjørt í samband við at. Fyrilestur um kost til eldri. Føðslumeting Um máltíðin Eldri við góðum matarlysti Eldri við ringum matarlysti Serligir bólkar av fólki við ringum matarlysti. Fyrsti partur Føðslumeting. Føðslumeting. Hvat er proteintørvurin ?

loader
I am the owner, or an agent authorized to act on behalf of the owner, of the copyrighted work described.
capcha
Download Presentation

PowerPoint Slideshow about 'Tilfari er gjørt í samband við at' - erich-bond


An Image/Link below is provided (as is) to download presentation

Download Policy: Content on the Website is provided to you AS IS for your information and personal use and may not be sold / licensed / shared on other websites without getting consent from its author.While downloading, if for some reason you are not able to download a presentation, the publisher may have deleted the file from their server.


- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - E N D - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -
Presentation Transcript
fyrilestur um kost til eldri
Fyrilestur um kost til eldri

Føðslumeting

Um máltíðin

Eldri við góðum matarlysti

Eldri við ringum matarlysti

Serligir bólkar av fólki við ringum matarlysti

slide3
Fyrsti partur

Føðslumeting

f slumeting
Føðslumeting

Hvat er proteintørvurin ?

Føðslutilráðingar til eldri við góðum og ringum matarlysti

Møguleikar fyri ymiskum kosti

samanseting av kroppinum hj eldri
Samanseting av kroppinum hjá eldri

Minni væta í kroppinum

Mongdin og styrkin í vøddunum minkar

Innihaldi av kálki fellur

Innihaldi av feitti hækkar

hv r er proteint rvurin tilr ingar til protein
Hvør er proteintørvurinTilráðingar til protein

Frísk eldri

0,8 gram proteini/kg ein vigar

Eldri, ið tapa seg ella hava annan serligan tørv

1,5 gram proteini/kg ein vigar

protein
Protein

Frá djórum

kjøt, fiskur, egg, mjólkarúrdráttur, ostur

Frá plantum

m.a groft breyð og havragrýn

ov l ti av proteini
Ov lítið av proteini

Vøddarnir verða minni

Tann eldri er meira troyttur

Immunverjan viknar

f slutilr ingar til eldri vi g um og ringum matarlysti
Føðslutilráðingar til eldri við góðum og ringum matarlysti

Góðan matarlyst Ringan matarlyst Protein: 15% Protein: 18%Feitt: 30% Feitt: 50%Kolhydrat: 55% Kolhydrat: 30-35%Trevjar: 3g/MJ Trevjar: uml 1,5g/MJVæta 1-1½ litur um dagin Væta 1-1½ litur um dagin

n r er f slutrot
Nær er føðslutrot ?

Tá ið tann eldri etur so lítið, at orkutørvurin

ikki er nøktaður

Tá ið tann eldri vigar ov lítið

Tá ið tann eldri lættnar óvænta

avlei ingar av ikki at f a dekka protein og orkut rvin
Avleiðingar av ikki at fáa dekka protein- og orkutørvin

- Minka muskulfunktión

– Ringt við at ganga

– Tann eldri dettur oftari

– Liggur meira í songini

– Ringa styrki til at hosta

– Klára seg minni sjálvi

– Niðursetta immunverju

– Ringari at heila sár og tí fleiri liggisár

– Verri cognitivar og psykologiskar funktiónur

– Ringt minni

–Tundlyndi

fylgir av at f a ov f f sluevni
Fylgir av at fáa ov fá føðsluevni

BMI

>24 24-29 <29

Ikki aktiv sosialt % 74 62 36

Tekur initiativ % 44 54 67

Deyðuligheit (<85ár) % 29 13 9

Hjálp til at eta % 34 25 18

avbj ingar
Avbjóðingar

Orkutørvurin fellur við aldrinum

MEN....

Tørvurin av vitaminum og mineralum er tann sami

bmi hj eldri f lki yvir 65 r vekt kg h ddin m h ddin m
BMI hjá eldri fólkiðyvir 65 ár vekt (kg) / hæddin (m) * hæddin (m)

Tað verður tilrátt, at

eldri, ið eru frísk hava

BMI: 18,5 – 24,9

eldri, ið eru á ellis/røktarheimi ella á sjúkarhúsið hava

BMI: 24 -29

m guleikarnir fyri ymiskum kosti
Møguleikarnir fyri ymiskum kosti

m.a.

Kostur til eldri við góðum matarlysti

Kostur til eldri, ið viga ov nógv

Kostur til eldri við ringum matarlysti

Kostur til eldri, ið hava ringt við at tyggja/svølgja

eldri i hava trupuleikar vi at eta vanligan kost
Eldri, ið hava trupuleikar við at eta vanligan kost.

Umhugsa hvat fyri kostur passar best til tann

eldra beint nú.

Hugsa um, at tann eldri skal hava kostin broyttan,

um hann fær lættari við t.d. at svølgja.

Endamálið er at miða ímóti, at brúkarin fær so

vanligan kost sum gjørligt

millumm lar
Millummálar

Millummálarnar eru av stórum týdningi

Millummálarnar geva 50% av samlaðu orkuni fyri allan dagin

Best við 3-4 millummálum um dagin

hvør millummáli skal hava íalt :

uml. 1000 kJ

uml. 9 gramm av proteini

byrgdin
Ábyrgdin

Heilsuhjálparin/Heilsurøktarin hevur í tøttum samstarvi

við sjúkrasystrina ábyrgdina av at:

– tey eldru eta og drekka nóg mikið.

– finna tey eldru, sum eru í ringari føðslustøðu ella eru í vanda fyri at verða tað.

– hjálpa til við føðsluviðgerð, eitt nú at viga tey og skráseta hvussu vektin broytist.

slide19
Annar partur

Um máltíðin

havi huga
Havi í huga

Eldri fólk hava fingið sínar kostvanar

gróðursettar í einari tíð, har vøruúrvalið,

verðirnir og virðini vóru øðrvísi enn tey eru

hjá teimum yngru í dag

Tí hevur væl kendur matur stóran týdning

um m lt ina
Um máltíðina

Kanningar vísa, at eldri fólk :

– heldur eta rugbreyð enn franskbreyð.

– dáma væl havragreyt ella velling.

– heldur eta epli enn rís og pasta.

– saman við eplunum vilja tey hava sós ella smelt.

– eta meira frukt enn onnur - eisini fruktgreyt.

– drekka heldur minni av mjólk enn tey yngru, men dáma væl ost upp á breyð.

– eta kjøt næstan hvønn dag og teimum dáma eisini væl at fáa súpan.

– sum heild meira viðskera á breyðinum enn tey yngru.

– smyrja meira feitt á breyðið enn tey yngru.

– eta nokkso nógv sukur, køkur og omaná.

– eta ofta heitan mat mitt á degi.

Spyr altið tey eldri hvat teimum dáma best

eldri tlendingar1
Eldri útlendingar

Væl kendur matur hevur líka stóran týdning

fyri eldri fólk úr øðrum londum sum fyri eldri

føroyingar.

Spyr tey eldru sjálvi, hvat teimum dámar at

eta og hvussu siðvenjan og leiðreglurnar

eru.

hugsa um umhv rvi t i eti ver ur
Hugsa um umhvørvið, tá ið eti verður

Geri mat, ið sær freistandi út Eti øll samstundis

Nok av røktrstarvsfólki, ið kunnu hjálpa Heiluvágurin er klárur at takað

Lat tað verða friðaligt/hugnaligt, meðan eti verður Lat ikki bakkar standa á borðinum

Dekka borðið, so tað er klárt at eta Borðreið við einum rætti í senn

Lat tað verða ljóst við borðið Set blomstur á borðið

ta ber til t d at skapa lukt og matarlyst vi at
Tað ber til t.d. at skapa lukt og matarlyst við at

– rista breyð

– gera kaffi

– fløva køku

– pressa appilsin

f tey eldru gongd1
Fá tey eldru í gongd

Tað er gott fyri matarlystin, lagið og heilsuna

at røra seg.

Vøddar skulu brúkast til tess at varðveita

styrkina.

t ein skal hj lpa einum eldri at eta
Tá ein skal hjálpa einum eldri at eta

– Gev tær góðar stundir.

– Sit á einum stóli undir liðini av tí eldra, soleiðis at tú

kanst hava eygnasamband og vera sissandi.

– Síggj til, at tann eldri fær møguleika fyri at gera sum

mest sjálvur.

– Ikki skava við skeiðini eftir høkuni á tí eldra – brúka

ein serviett til at turka munn og høku við.

– Bjóða teimum at drekka afturvið.

hj lpart l
Hjálpartól

Tá megin í ørmum og hondum ikki longur er

so góð

sj nveik kunnu t rva eyka hj lp
Sjónveik kunnu tørva eyka hjálp

Borðreið so vítt gjørligt á sama hátt hvønn dag.

Syrg fyri góðum ljósi. Hav ikki stearinljós á borðinum - tey kunnu blinda.

Lýs hvussu maturin liggur á borðiskinum í samsvari við eitt ur.

Syrg fyri, at munur er á litunum – t.d. svart kaffi í einum ljósum koppi

syrg fyri g ari munnr kt hv nn dag1
Syrg fyri góðari munnrøkt hvønn dag

Góðar sterkar tenn og/ella væl sitandi

handilstenn eru umráðandi fyri, um tað

kennist gott at býta í og tyggja og harvið

eta.

turr munninum
Turr í munninum

– Syrg fyri góðari munnrøkt áðrenn, aftaná og meðan etið verður.

– Bjóða ísvatn, ísterning, smáar bitar av frukt,

súgvitablettir og sukurfrí bomm.

– Bjóða okkurt drekkandi og flótandi kost eitt nú

ríkiliga sós, suppu, greyt og krem.

Brúka spýtteftirgerðarevni og vaselin ella varrastift til varrarnar

tekin um vantandi v tu
Tekin um vantandi vætu

Trekan maga

Í ørviti

Viknaðir vøddar

Svimbul

Dottin

Skjótt afturfarin

tilr ingar um v tu
Tilráðingar um vætu

Gev altíð

okkurt drekkandi afturvið øllum máltíðum eisini

millummáltíðum.

okkurt drekkandi á songarstokkinum.

eyka vætu í samband við fepur, lívsýki, spýggju, kropsliga venjing og tá tað er lýtt í veðrinum

uml 1½ litur av vætu um dagin

slide41
Triði partur

Eldri við góðum matarlysti

eldri f lk vi g um matarlysti
Eldri fólk við góðum matarlysti

eiga at eta soltnan mat við nógvum trevjum

eta alt slag av fiski – soltnan og feitari fisk

soltið kjøt

eta groft breyð

nógv grønmeti og frukt

eitt sindur av feitti

hava fríska luft hvønn dag

røra seg hvønn dag.

skoyti av vitaminum og mineralum
Ískoyti av vitaminum og mineralum

Øll eldri fólk eiga at taka D-vitaminir.

Eldri, sum ikki fáa mjólk ella mjólkarúrdrátt,

eiga at taka kalcium, t.d. eina tablett, har

bæði kalcium og D-vitamin eru í.

g ar millumm lt ir eru t dningarmiki kast til samla a f slut rvin
Góðar millummáltíðireru týdningarmikið íkast til samlaða føðslutørvin

– Fullkornsbreyð, eisini uttan kjarnur, við solkaðum

feitti og soltnum viðskera, t.d. osti, kjøti, frukt

ella grønmeti

– Grovbolla við soltnum osti og rabarbusúltutoy

– Fríska frukt, kann gott vera bleyt frukt sum t.d.

ferskur, banan og pera

– Frukt greyt

– Frukt úr blikki

– Turkað frukt og nøtir

– Soltin mjólk, fruktdjús, kaffi, te

– Rein jogurt við müsli ella havragrýni

kostr til eldri vi g um matarlysti
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti
  • Etið fullkornsbreyð , nýtist ikki at vera við kjarnum í. Et grýn - kann gott vera greytur.
  • Ger tað fleiri ferðir um dagin . Uml. 250g íalt um dagin.
kostr til eldri vi g um matarlysti1
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti

2. Etið frukt og nógv grønmeti hvønn dag -

í minsta lagi 600g í alt um dagin.

kostr til eldri vi g um matarlysti2
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti

3. Etið epli, rís ella pastu hvønn dag. Vel helst fullkornsvørur. Uml. 250 g um dagin.

kostr til eldri vi g um matarlysti3
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti

4. Etið ofta fisk ella fiskaviðskera – hvønn dag upp á breyð og minst tveir fiskadøgurðar um vikuna.

Vel ymisk sløg av fiski - minst 300g um vikuna.

kostr til eldri vi g um matarlysti4
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti

5.Veljið mjólk/mjólkarúrdrátt og ost við lágum fitiinnihaldi

uml. 1/2 litur og 1-2 flísar av osti um dagin.

kostr til eldri vi g um matarlysti5
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti

6. Veljið soltið kjøt og soltnan viðskera

kostr til eldri vi g um matarlysti6
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti

7. Brúkið bara eitt sindur av smøri, margariniog olju - og ver sparin við sukri og salti.

kostr til eldri i viga ov n gv1
Kostráðtil eldri, ið viga ov nógv

fullkornsbreyð

og

grønmeti

eru serliga týdningarmikið, tá maturin ikki skal

vera ov feitur.

kostr til eldri i viga ov n gv2
Kostráðtil eldri, ið viga ov nógv

Orkuskerdur kostur

Soltnar matvørur

5-6 máltiðir dagliga

Rørsla hvønn dag – helst ½ tíma um dagin

r rsla hevur st ran t dning
Rørsla hevur stóran týdning

Tað er ongantíð ov seint at fara í holt við at røra seg.

slide58
Fjórði partur

Eldri við ringum matarlysti

f slust an
Føðslustøðan

Met um føðslustøðuna hjá tí eldra

Tak støðu til hvat í kann gerast fyri at hjálpa

eldri vi ringum matarlysti
Eldri við ringum matarlysti

eiga at :

vera lokkað til at eta og drekka meira.

vera boðin mat í smáum leskiligum verðum.

maturin skal vera feitur.

frísk luft og rørsla stimbrar matarlystin.

eldri vi ringum matarlysti og ringari f slust u
Eldri við ringum matarlystiog í ringari føðslustøðu

Tað er ikki vanligt, at eldri lætna. Tað skal altíð kannast nærri, tá onkur er afturfarin.

f sluvi ger
Føðsluviðgerð

Eldri fólk eiga ikki at lætna.

Hendir tað, má ein síggja til at finna orsøkina.

hvussu kann eg meta um f slust una hj t eldra
Hvussu kann eg meta um føðslustøðuna hjá tí eldra ?

– Hvussu er dæmið?

– Eru tey rak um armar og bein?

– Passa klæðini?

– Skal reimin flytast inn ella út?

– Strammar skjúrtuflippan?

– Er handartakið fast og sterkt ella linligt?

– Er tann eldri kropsliga viknaður?

eldri f lk hava br k fyri f sluvi ger t
Eldri fólk hava brúk fyri føðsluviðgerð, tá

– tey eta og drekka sera lítið

– eru afturfarin ótilætlað – hvussu nógv tey eru afturfarin hevur minni at siga

– tey loyva á borðiskinum

– heilsan er versnað

– viga ov lítið

kostskr seting til eldri1
Kostskráseting – til eldri

Brúka kostskráseting og met um tann eldri

etur nokk

er í lítlum vanda fyri at fáa føðslutrot

er í stórum vanda fyri at fáa føðslutrot

og gera nakað við støðuna, um tørvur er á tí

kostr til eldri vi ringum matarlysti
Kostráðtil eldri við ringum matarlysti

1 Etið lítið av breyði og grýni.

Etið helst tunnar breyðflísar við ríkiligt av feitti og viðskera á.

Tað er gott at geva teimum greyt, sum er kókaður við heilmjólk (3% av feitti) og við einum smørklíningi omaná.

kostr til eldri vi ringum matarlysti1
Kostráðtil eldri við ringum matarlysti

2.Etið eitt sindur av frukt og grønmeti hvønn dag

dømir:

stúvað grønmeti ella grønmetismos

suppa við grønmeti í

frukt úr blikki

turkað frukt

avokado

fruktdjús

fruktgreytur við róma

kostr til eldri vi ringum matarlysti2
Kostráðtil eldri við ringum matarlysti

3. Etið eitt sindur av eplum, rísi ella pastu hvønn dag.

eplamos kann rørast upp við róma, smøri ella hitaviðgjørdum eggi.

kostr til eldri vi ringum matarlysti3
Kostráðtil eldri við ringum matarlysti

4. Etið ofta fisk og fiskaviðskera t.d knettir, fiskafrikadellur,

stokt flak, feskan, ræstan ella turran fisk. Tað kann gott eisini

vera fiskasalat, tun í olju og líknandi. Pyntað við majonesu

ella remulátu.

kostr til eldri vi ringum matarlysti4
Kostráðtil eldri við ringum matarlysti

5. Veljið mjólkarúrdrátt við høgum fitiinnihaldi. 45+ ost í

tjúkkum flísum, smyrjiost og ymiskar feitar dessertostar. Róma,

súrróma og rómaost í sós og omaná. Rivnan ost í súpan ella

oman á annan heitan mat. Etið endiliga rómaís og

Summarskál við róma. Drekk endiliga Sopa og kakamjólk.

kostr til eldri vi ringum matarlysti5
Kostráðtil eldri við ringum matarlysti

6. Veljið feitt kjøt t.d. lambsrygg, rullusteik, riv, bógv, háls.

Kann vera feskt, ræst ella turt. Feitan viðskera t.d. rullupylsu,

kjøtpylsu, skinsakjøt, feitari skerpikjøt. Ger døgurða við farsi og

eggum. Vel rómalivurpostei, speigipylsu og salat við majonesu.

Hita upp aftur frá døgurðanum til nátturða.

kostr til eldri vi ringum matarlysti6
Kostráðtil eldri við ringum matarlysti

7.

Brúkið endiliga smør, margarin og olju.

T.d. í sós og súpan, mosi og upp á breyð.

Et garnatálg, smelt og leyksmelt, har ið tað hóskar til matin.

Brúkið ríkiligt av dressingi við olju og ediki, súrróma, róm ella majonesu

Brúkið endiliga sukur í mati og drekka

Et keks, sjokulátu, køkur, fromasju, buding, ís og líknandi omaná og Summarskál

og kakao.

Tak eina vanliga vitamin-mineraltablett um dagin og D-vitamin afturat.

sm ir ver ir og n gvar m lt ir
Smáir verðirog nógvar máltíðir

Smáir, orkuríkir leskibitar millum høvuðsmáltíðirnar eru týdningarmiklir, tá tað er torført at eta nokk av mati. Her eru nógvir møguleikar.

sm ir ver ir og n gvar m lt ir1
Smáir verðirog nógvar máltíðir

Borðreið við smáum, leskiligum verðum.

Minst til at bjóða einaferð aftrat, um tann

eldri ikki sjálvur kann fáa sær mat og drekka

6-8 smærri máltíðir og brúka sum mest av samdøgrinum til at bjóða mat í.

millummáltíð áðrenn songartíð

orkur kar drykkjuv rur
Orkuríkar drykkjuvørur

Orkunøgdin veksur nógv, um ein fær orkuríkar drykkir millum máltíðirnar. Ein kann vaksa um orkuinnihaldi í nógvum drykkjum við róma, kremi ella hitaviðgjørdum eggjareyðum.

slide78
Fimti partur

Serligir bólkar av fólki

við ringum matarlysti

serligir b lkar av f lki vi ringum matarlysti1
Serligir bólkar av fólkivið ringum matarlysti

Eldri við ávísum kroniskum sjúkum eru ofta í ringari føðslustøðu.

Tí hava tey ofta tørv á føðsluviðgerð.

Í samband við hesar sjúkur kunnu vera serlig fyrilit at taka.

Á teimum næstu síðunum standa nøkur góð ráð.

hj minnisveikum
Hjá minnisveikum

Soleiðis kann tað gerast lættari at eta og drekka hjá

minnisveikum eldri fólki.

– Royn at finna fram til, hvat tí eldra dámar at eta og drekka.

– Spyr tey avvarðandi um hvat og hvussu tey ótu fyrr.

– Bjóða smáar mongdir av mati og drekka í senn – serliga seint á degi.

– Ger matin soleiðis, at hann hóskar til, hvussu væl tann eldri er førur fyri at tyggja og svølgja.

solei is ver ur l ttari at eta og drekka hj eldri f lki vi parkinsons sj ku
Soleiðis verður lættari at eta og drekka hjáeldri fólki við Parkinsons sjúku

- Koyrið bert eitt sindur av mati á borðiskin í senn.

- Gev teimum mat, sum ikki lætt dettur av gaflinum.

– Bjóðið teimum mat, sum kann etast við fingrunum og

mat, ið er lættur at tyggja og svølgja og sum kann

etast við antin skeið ella gafli.

– Gevið teimum frið og góðar stundir til at eta og drekka.

– Snarið borðiskinum undir máltíðini, um hin eldri hevur trupulleikar við at síggja.

vi apopleksi slag
Við apopleksi (slag)

Soleiðis verður lættari at eta og drekka hjá eldri fólki við apopleksi

– Syrgið fyri, at tey sita væl, soleiðis at tey ikki fáa matin í rangastrúpan.

– Ansið eftir, at tann eldri svølgir væl, møguliga eina eyka ferð.

– Syrgið fyri, at munnurin er reinsaður fyri slím og spýtt áðrenn máltíðina.

– Syrgið fyri, at tað er friðarligt undir máltíðini.

– Ansið eftir, at maturin ikki er ov heitur.

– Latið ikki tey eldru liggja fløt á rygginum aftaná máltíðina (uml. 1 tíma) til tess at minka um vandan fyri spýggju og bróstsviða.

– Syrgið fyri at røkja munnin aftaná hvørja máltíð.

vi krabbameini
Við krabbameini

Hetta kann minka um trupulleikar við vamli og spýggju

– Bjóðið mat og drekka, tá matarlysturin er bestur.

– Syrgið fyri, at tey hava ríkiligt at drekka, endiliga søta saft, fruktdjús og sodavatn.

– Syrgið fyri, at tey sita væl undir máltíðini.

– Syrgið fyri, at maturin verður etin í einum rúmi, sum er væl luftað út.

– Finnið fram til, um tey tola kókaðan mat betur enn steiktan.

vi krabbameini1
Við krabbameini

Hetta kann minka um trupulleikar við vamli og spýggju

– Bjóðið teimum kaldan mat, um tey fáa vaml av luktinum av heitum mati.

– Skjótið upp, at tey fáa lidnan mat uttanífrá, um tey plágast av matgerðini.

– Bjóðið teimum sodavatn (grape og cola), sum hjálpir upp á vaml.

– Skjótið upp, at tey hvíla seg, áðrenn tey eta.

– Bjóðið smáar máltíðir ofta.

vi kroniskari hjartasj ku1
Við kroniskari hjartasjúku

Eldri við kroniskari hjartasjúku eru ofta í

ringari føðslustøðu

Tað kann vera ringt at duga at síggja

vánaliga føðslustøðuna

Vektin kann eisini snýta.

solei is ver ur l ttari at eta og drekka hj eldri f lki vi kroniskari hjartasj ku
Soleiðis verður lættari at eta og drekka hjáeldri fólki við kroniskari hjartasjúku

– Bjóða ofta smáar máltíðir.

– Tað kann vera gott hugskot at fáa mat uttanífrá og/ella lidnar døgurðarættir – tað kann vera sera strævið sjálvur at gera mat.

– Rørsla er týdningarmikil – hon gevur matarlyst.

vi kroniskari obstruktivari lungnasj ku kol1
Við kroniskari obstruktivari lungnasjúku(KOL)

Eldri fólk við KOL eru ofta í ringari føðslustøðu

Næstan altíð neyðugt at geva teimum mat til

teirra við ringum matarlysti.

solei is ver ur l ttari at eta og drekka hj eldri f lki vi kol
Soleiðis verður lættari at eta og drekka hjáeldri fólki við KOL

– Bjóðið ofta smáar máltíðir – ein ovfullur magi darvar andadráttinum meira.

– Tað kann vera gott hugskot at fáa mat uttanífrá og/ella lidnar døgurðar – tað kann vera sera strævið sjálvur at gera mat.

– Rørsla er týdningarmikil – hon gevur matarlyst.

vi li agikt1
Við liðagikt

Góð hjálpartól kunnu t.d. vera :

– Lættur borðbúnaður við tjúkkum handtaki

– „Steak“-knívur

– Vinklaður knívur

– Lættir koppar við stórari honk

– Løtt gløs

– Gliðtrygt undirlag undir borðiskin

– Bind um skøvningarnar

vi li agikt2
Við liðagikt

Nógv annað kann gerast fyri at hjálpa

Kjøt í bitum

Flaktur fiskur

Sundurskorið fryst grønmeti

Koyr drikkivørur í minni kannur

Hjálp til at at lata innpakningin upp

Bakkar skullu ikki verða ov tungir

vi li agikt3
Við liðagikt

Tað er lættari at stoyta

úr einari lítlari kannu

Gerandis uppgávur kunnu gerast ógjørligar,tá ein hevur pínu í liðunum og megin viknar.

trupulleikar vi maga og tarmi
Trupulleikar við maga- og tarmi

Trekan maga kann verða tí at tann eldri hevur :

eti ov lítið grovt breyð

eti ov lítil frukt og grønmeti

drukki ov lítið at drekka

fingið ov fá máltið

vantandi rørsla

l vs ki leyst l v
Lívsýki (leyst lív)

Akutt diarré kann hava ymiskar orsøkir

Fyrsta samdøgrið :

bananir

rivin súreplir

havrasuppu/greyt

fransbreyð

eplir/eplamos

rís

l vs ki leyst l v1
Lívsýki (leyst lív)

Síðan er besta viðgerðin eta og drekka sum vanligt allan mat.

Tað, ið fyrr æt verjikostur (skánikostur),

hjálpir ikki móti leysum lívi.

Syrg fyri, at eldri við leysum lívi drekka ríkiligt, tí at lívsýki skjótt kann geva vætu- og saltólag

vi beinbroyskni osteoporose1
Við beinbroyskni(osteoporose)

Eldri fólk við beinbroyskni hava ofta ringan matarlyst

Tí verður tilrátt mat hóskandi til teirra við ringum matarlysti

Mong viga eisini ov lítið

vitaminir og miniralir
Vitaminir og miniralir

Serligur dentur skal vera lagdur á

Ískoyti av D-vitaminum

Ískoyti av kalcium

tilm li um d vitaminir
Tilmælið um D-vitaminir

Fólk upp til 65 ár 10 av µg D-vitamin

Fólk yvir 65 ár og eldri

við serligum tørvi t.d.

osteoperose 20 µg av D-vitamin og multivitamin

hvar f a vit d vitiminir r matinum
Hvar fáa vit D-vitiminir úr matinum?

Feitum fiski – m.a. laksi, makreli, sild

Kjøti

Mjólk

Egg

tilm li um kalcium
Tilmælið um kalcium

Fólk yvir 65 ár

Fólk í vanda fyri osteoperosu

Eldri á ellis/røktarheimi

800 – 1200 mg av kalcium sum ískoyti

100 gram av 30+ osti er 729 mg ( uml 5 skivar)

kosttilm li til eldri vi beinbroyskni
Kosttilmæli til eldri við beinbroyskni

Eta mat til eldri við ringum matalysti

½ litur av mjólk ella mjólkaúrdrátti

og 1-2 skivar av osti um dagin

Fisk til døgurða minst 2 ferðir um vikuna og

fiskaviðskera fleiri ferðir um vikuna. Serstakliga feitan

fisk

t lei reglurnar renna saman
Tá leiðreglurnar renna saman

Um leiðreglurnar renna saman, skal fremsta

raðfestingin altíð verða, at tann eldri fær nóg

mikið av orku.

Eisini hóast tað kanska er tað øvugta av tí, sum fyriskipað er

slide111
Den lille kloge

God mad – godt liv

Servicestyrelsen