200 likes | 428 Views
Føðiskipanarnevndin, arbeiðssetningur. Í februar 2007 tók landsstýrismaðurin í heilsumálum avgerð um, at ein tvørfaklig føðiskipanarnevnd skuldi setast. Arbeiðssetningurin var:
E N D
Føðiskipanarnevndin, arbeiðssetningur Í februar 2007 tók landsstýrismaðurin í heilsumálum avgerð um, at ein tvørfaklig føðiskipanarnevnd skuldi setast. Arbeiðssetningurin var: - at tryggja eina góða og vælvirkandi viðgongu- og burðarskipan fyri Føroyar, har atlit verða tikin til tvørfakliga samstarvið til tess at tryggja, at fakliga tilboðið til barnakonur fylgir tilmælum frá danska heilsustýrinum við møguligum tillagingum til serlig føroysk viðurskifti.
Skipan av nevnd og virksemi ... - nevndin sett av Almanna- og Heilsumálaráðnum - tilmælini skuldu sendast til Heilsumálaráðið
Skipan av nevnd og virksemi ... - Niðurstøða er gjørd um, at tað ikki er uppgávan hjá Føðiskipanarnevndini at gera leiðreglur fyri eitt nú føðideildirnar, men at hetta er ein uppgáva hjá deildunum sjálvum. - Tilmælini skulu innganga í leiðreglurnar á deildunum í tann mun, ið landsstýrismaðurin tekur undir við teimum.
Skipan av nevnd og virksemi ... - Arbeiðið hjá nevndini verður ikki skipað yvir eina avmarkaða tíð, men verður uppgávan hjá henni at seta seg inn í, hvørji tilmæli koma frá Heilsustýrinum og út frá hesum gera faklig tilmæli til landsstýrismannin. Nevndin skal eftir ætlan koma saman nakrar fáar ferðir um árið.
Føðiskipanarnevndin, limir (eftir avgerð Heilsumálaráðsins): Høgni Debes Joensen, landslækni Pál Weihe, yvirlækni Eyðfríð Jacobsen, leiðandi ljósmóðir Fróði Joensen, yvirlækni Steintóra Samuelsen, yvirlækni Rannvá D. Christiansen, deildarleiðari Turið Petersen, kommunulækni Sirið Steenberg, heilsufrøðingur Mia Petersen, deildarleiðari (seinni Heidi Bech Rasmussen)
Fundir Nevndin hevur higartil havt 10 fundir, hin fyrsta 20. februar 2009 og hin seinasta hin 5. februar 2011.
Kapitlarnir í “Anbefalinger for svangreomsorgen, Sundhedsstyrelsen 2009”, býttir sundir millum limirnar soleiðis: • Fororð, kap. 1 og kap. 2: Høgni Debes Joensen • Kap. 3: Steintóra Samuelsen og Turið Petersen • Kap. 4: Eyðfríð Jacobsen og Rannvá Christiansen • Kap. 5: Sirið Steenberg og Heidi Bech Rasmussen • Kap. 6: Pál Weihe • Kap. 7,8,9,10 og 11: Steintóra Samuelsen
Kapitlarnir í “Anbefalinger for svangreomsorgen, Sundhedsstyrelsen 2009”, býttir sundir millum limirnar soleiðis: • Kap. 12 og 13: Rannvá Christiansen og Eyðfríð Jacobsen • Kap. 14: Fróði Joensen, Sirið Steenberg og Heidi Bech Rasmussen • Kap. 15: Rannvá Christiansen, Sirið Steenberg og Heidi Bech Rasmussen • Kap. 16: Eyðfríð Jacobsen, Rannvá Christiansen, Sirið Steenberg og Heidi Rasmussen • Kap. 17: Høgni Debes Joensen
Tillagingar og tilmæli Tey, ið fingu ábyrgdina av kapitlunum valdu sjálvi, hvussu tey vildu arbeiða við tillagingum og tilmælum. Nøkur valdu at skriva allan kapittilin á føroyskum við tillagingum, meðan onnur gjørdu viðmerkingar og tilmæli í mun til donsku kapitlarnar. Tilmælini eru einmælt samtykt av nevndini
Kapitlarnir fevna um hesi evni: • Kap. 1: Lógargrundarlagið og aðrar ásetingar • Kap. 2: Bakgrund og aðalmál fyri viðgonguskipanina • Kap. 3: Tilrættislegging av viðgonguskipan • Kap. 4: Kontaktir – ella sambond - í viðgongutíðini • Kap. 5: Barnakonur við serligum tørvi • Kap. 6: Lívsháttur í viðgongutíðini
Kapitarnir fevna um hesi evni: • Kap. 7, 8, 9, 10 og 11 Kanning og meting av barnakonum, eftirlit – yvirvaking – av fostrinum, screening, infektiónir, obstetriskir spurningar • Kap. 12 og 13: Føði- og foreldrafyrireiking, føðing • Kap. 14: Eftirlit, fyribyrgin og viðgerð av tí nýfødda • Kap. 15: Barsilsskeiðið • Kap. 16: Sálarligir lutir í sambandi við barnsburð, føðing og barsil • Kap. 17: Dygdarmenning í føðiskipanini
Landsstýrismaðurin tekur avgerð um tilmælini. Burturúr øllum kunnu hesi nevnast: 1.-Í samsvari við galdandi lóg má eingin viðgerð byrja ella halda fram uttan kunnaðasamtykki sjúklingsins. (Lógin er eisini galdandi fyri viðgerð av barnakonum). Samtykkið skal verða grundað á eina haldgóða kunning frá einum heilsustarvsfólki. Mælt verður til, at landsstýrismaðurin sum skjótast fær í lag eina reiðiliga skipan við nærri áseting um, hvørja kunning barnakona og maki hennara verða bjóðað samsvarandi teirra tørvi og fortreytum. Kunningin skal geva teimum møguleikar at taka veruligar avgerðir um kanningartilboð, føðistað og – hátt, viðgerðaruppskot v.m.
Landsstýrismaðurin tekur avgerð um ... 2. - at sett verður á stovn roykisteðgskeið við skipaðum kørmum, har øll kunnu verða víst til, so at møguleiki gerst fyri altíð at kunna vísa barnakonum og kvinnum, ið ætla at gerast við barn, til roykisteðgviðgerð.
Landsstýrismaðurin tekur avgerð um ... • - at markið fyri deyðfødd børn í Føroyum verður flutt frá 28. til 22. fulla viku. • - at fáa borið so í bandi, at leiðreglur verða gjørdar um fosturdiagnostik í Føroyum • - at seta á stovn eina skipan um skipaðan perinatalan audit fyri Føroyar
Landsstýrismaðurin tekur avgerð um ... • - at barnakonur bert fáa í boðið eina ultraljóðskanning sum rutina, av tí at vit ikki hava nakkaskanning í Føroyum • - at niveaudeiling ikki verður gjørd í Føroyum, av tí at talið á barnakonum er so lítið. • - Vísandi til upplýsingar viðv. kap. 3 eiga allar barnakonur við fyrstu læknakanning at fáa holla kunning um burðarstøðini. Á henda hátt kunnu barnakonur taka eitt kunnað (informerað) val um føðistað.
Landsstýrismaðurin tekur avgerð um ... • - at gjørd verður ein ætlan um ábyrgdarbýti millum primera og sekundera sektorin samsvarandi tí, ið umrøtt verður í AFSS kap. 3.3 og 3.6, • - at fáa til vega leiðreglur at tryggja fakliga sambandið frá tí sekundera til primera sektorin. • - at tíðin fyri læknaviðtalu og ljósmøðraviðtalu ikki verður broytt í mun til verðandi skipan. • - at kunning um hoyriscreening verður strikað so leingi eingin hoyriscreening er í Føroyum.
Landsstýrismaðurin tekur avgerð um ... 13. - at veita sertilboð til barnakonur, sum hava trupulleikar við bróstageving. 14. - at leiðreglur verða tilevnaðar við atliti til stuðulvirksemi til frama fyri kvinnur í serliga viðbreknum korum. 15. - at barnakonur verða ráddar til at fylgja teimum 8 kostráðunum 16. - at kvinnur verða mæltar til at taka kostískoyti bæði áðrenn og undir viðgongutíðini 17. - at barnakonur verða ráddar til hóskandi vektøking undir viðgongutíðini
Landsstýrismaðurin tekur avgerð um ... 18. - at frískar barnakonur verða kunnaðar um virðið av likamsrørslu og verða eggjaðar til at røra seg á hóvligum støði 19.- at kvinnur eiga at verða upplýstar um tann økta vandan við at roykja undir viðgongutíðini og um fyrimunir við at steðga roykingini. Heilsustarvsfólk eiga at elva til roykisteðg gjøgnum alla viðgongutíðina og serliga í 1. trimester
Landsstýrismaðurin tekur avgerð um ... 20. - at barnakonur verða kunnaðar um rúsdrekkatilmælini og tilmælið viðvíkjandi rúsandi evnum 21. - at aldursbólkarnir, ið fáa bjóða screening fyri lívmóðirhálskrabba í Føroyum, verða samsvarandi teimum tilmælum, ið Sundhedsstyrelsen umrøðir 22. - at seta í verk skipanir viðv. rhesus fyribyrging og screening fyri HIV og syfilis.
Landsstýrismaðurin tekur avgerð um ... 23. - at obstetrisk data verða løgd inn á føroysku landssjúklingaskránna 24. - at farið verður undir eina skipan við góðskumeting. Skotið verður upp, at Heilsumálaráðið setir seg í samband við IKAS um hendan spurning 25. - at ein lóg um sjúklingatrygd verður sett í gildi í Føroyum Nevndu tilmælini eru bert ein lítil partur av tí, ið samlaða tilmæli fevnir um.