210 likes | 351 Views
3. fyrilestur Politiskar ideologiir. Rúni Rasmussen. Hesin fyrilestur inniheldur: Allýsing av ideologi Lýsing av liberalismu Lýsing av konservatismu Lýsing av sosialismu Lýsing av sosialliberalismu (social democracy) Aðrar ideologiir Endi á ideologium?. Allýsing av politiskari ideologi:
E N D
3. fyrilesturPolitiskar ideologiir Rúni Rasmussen Fróðskaparsetur Føroya
Hesin fyrilestur inniheldur: • Allýsing av ideologi • Lýsing av liberalismu • Lýsing av konservatismu • Lýsing av sosialismu • Lýsing av sosialliberalismu (social democracy) • Aðrar ideologiir • Endi á ideologium? Fróðskaparsetur Føroya
Allýsing av politiskari ideologi: Uppruni: franski heimspekingurin Destutt de Tracy (1754-1836) brúkti orðið ideologi um vísindaliga kanning av hugmyndum. Serliga er Karl Marx kendur fyri at hava lagt ávísan týdning í hugtakið ideologi Hugtakið ideologi er eitt umstrítt hugtak “It is now most widely used in a socal-scientific sense to refer to a more or less coherent set of ideas that provide the basis for some kind of organised political action” (Key Concepts in Politics) Fróðskaparsetur Føroya
Liberalisma: Verður mett at vera ráðandi ideologiin í Vesturheiminum (meta-ideologi) Hugsanir í liberalismuni kunnu í stóran mun knýtast til hugsanir hjá John Locke (1632-1704) Ávirkanir á menningina av liberalismuni: Glorious Revolution 1688-89, ídnaðarkollveltingin, tann franska kollveltingin, tað amerikanska frælsisstríðið. Fróðskaparsetur Føroya
Partar í liberalismu: • Individualisma • Frælsi • Skynsemi (reason) • Javnstøða • Tollyndi • Samtykki/semja (consent) • Konstitutionalisma Fróðskaparsetur Føroya
Klassisk og modernað liberalisma: Tann klassiska liberalisman: sera stórur dentur á einstaklingin, ognarrættin. Atomisma, laissez-faire kapitalisma (búskaparlig liberalsima) Tann modernaða liberalisman: positivari áskoðan á statin/stjórnina. Góðkenning av ávísari redistributión Laissez-faire kapitalisman vrakað Eitt víðkað fælsishugtak Fróðskaparsetur Føroya
Konservatisma: Konservatisma leggur dent á varðveitslu av samfelagsskipanini og siðbundnum virðum. Edmund Burke (1729-97):”Broyting til tess at varðveita” Konservatisma er í stóran mun grundað á liberalismu Fróðskaparsetur Føroya
Partar í konservatismu: • Siðvenja • Pragmatisma • Menniskjans ófullkominleiki • Organicisma • Stigveldi (hierarchy) • Myndugleiki • Ognarrættur Fróðskaparsetur Føroya
Paternalistisk konservatisma og “The New Right”: Paternalistisk konservatisma: ótti fyri kollvelting, viðurkenning av “Reform from above was preferable to revolution from below”, skylda er prísurin á framíhjárættindum. Fróðskaparsetur Føroya
The New Right: mótrák ímóti statsuppíblanding og progressivum sosialum virðum. Miseydnað keynesianskt sosialfólkaræði “The free economy and the strong state” (Andrew Gamble) The New Righ er ein samanrenning av neoliberalismu og neokonservatismu Neoliberalisma: súlurnar eru marknaðurin og einstaklingurin. (Hayek, Friedman, Nozick) Neokonservatisma: dentur á siðbundin virði, t.e. familja, átrúnaður, tjóðin. Fróðskaparsetur Føroya
Sosialisma: Høvuðsorsøkin til framkomuna av sosialismuni var avleiðingar av ídnaðarkollveltingini Ofta verður skilt ímillum tvey sløg av sosialismu: reformsosialisma og kollveltingarsosialisma Karl Marx (1818-83) var týdningarmiklasti hugsjónarmaður aftan fyri sosialismuni/kommunismuni Fróðskaparsetur Føroya
Partar í sosialismuni: Samfelagið Brøðralag (fraternity) Sosialjavnaður Tørvur Sosialur klassi Felags ognarrættur Fróðskaparsetur Føroya
Marxisma: heimspeki, sum er grundað á hugsanirnar hjá Karl Marx og Friedrich Engels. Marxisma var aftursvar til ta kúging, sum fór fram, sambært marxistum, av arbeiðarunum. Endamálið í marxismuni sæst best í Kommunistiska manifestinum frá 1848 Fróðskaparsetur Føroya
Partar í marxismuni: • Søgulig materialisma • Dialektisk broyting • Fremmandagerð (alienation) • Klassastríð • Meirvirði (surplus value) • Kollvelting fæloysinganna • Kommunisma Fróðskaparsetur Føroya
Ortodoks kommunisma og modernað marxisma: Ortodoks kommunisma: sett í samband við V.I. Lenin og Joseph Stalin Modernað kommunisma: menniskjað verður mett at skapa søguna og er ikki einans úrslit av ópersónligum materiellum maktum (Antonio Gramsci: ideologiskt hegemoni) Frankfurt skúlin (Adorno, Horkheimer, Marcuse, Habermas): atfinnandi ástøði (critical theory) Fróðskaparsetur Føroya
Sosialliberalisma (social democracy): Sosialliberalisma er ein samanrenning av liberalismu og sosialismu. Sosialliberalsimu stendur fyri eini javnvág ímillum markanðin og statin og ímillum einstaklingin og samfelagið. Kann eisini lýsast sum neyðsemja ímillum kapitalismu og redistributión. Dentur verður lagdur á at taka sær av teimum veikastu í samfelagnum. Verkið A Theory of Justice eftir John Rawls (f. 1921) hevur havt stóra ávirkan á menningina av sosialliberalismuni. Fróðskaparsetur Føroya
Third Way: Heitið “third way” er ógreitt. Hugsanir aftan fyri hesa politisku kós byggja á ymiskar ideologiir. “A dynamic market economy” Javnvág ímillum rættindi og íverksetan einari síðu og sosiala skyldur og moralska ábyrgdin á hinari síðuni. “Third way” verður ofta sett í samband við politikkin hjá Bill Clinton og hjá Tony Blair. Fróðskaparsetur Føroya
Aðrar ideologiskar síðvenjur: • Fasisma • Anarkisma • Feminisma • Umhvørvisumhugsni (environmentalisma) • Átrúnaðarlig fundamentalisma Fróðskaparsetur Føroya
Orðaskifti: Er eygleyðingin hjá Fukuyama røtt? Er hugsanin um endan á ideologium ein ideologi í sjálvum sær? Hvat er postmodernisma? Er postmodernisma eitt hóskandi heiti at nýta til at lýsa eitt nýtt rák ella nýggja ideologi? Fróðskaparsetur Føroya