1 / 11

BROYTINGAR Í FÓLKASKÚLALÓGINI

BROYTINGAR Í FÓLKASKÚLALÓGINI. 10. Floks skúli - § 4, stk. 2.

vanida
Download Presentation

BROYTINGAR Í FÓLKASKÚLALÓGINI

An Image/Link below is provided (as is) to download presentation Download Policy: Content on the Website is provided to you AS IS for your information and personal use and may not be sold / licensed / shared on other websites without getting consent from its author. Content is provided to you AS IS for your information and personal use only. Download presentation by click this link. While downloading, if for some reason you are not able to download a presentation, the publisher may have deleted the file from their server. During download, if you can't get a presentation, the file might be deleted by the publisher.

E N D

Presentation Transcript


  1. BROYTINGAR Í FÓLKASKÚLALÓGINI

  2. 10. Floks skúli - § 4, stk. 2 • Kommunur ella skúlasambond, sum hava 120 ella fleiri næm. í 10. flokki, kunnu við góðkenning lands­stýrismansins skipa ein felags 10. floks skúla við sjálvstøðugari leiðslu fyri allar 10. floks næmingar í kommununi ella skúlasamstarvinum • Landsstýrismaðurin kann í serligum føri víkja frá ásetta næmingtalinum

  3. 10. Flokkur – samstarv§ 32, stk. 3 • Landsstýrismaðurin kann í samstarvi við kommunurnar skipa samstarv millum 10. flokkar í fleiri kommunum • Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um samstarvið millum 10. flokkar í fleiri kommunum

  4. Skúlasamstav sum royndarskipan § 57, stk. 11 Landsstýrism. verður heimilað at góð-kenna, at kommunur í eini royndar- og menningarskipan skipa skúlasamstarv millum kommunur og í kommunum, ið hava fleiri skúlar, til tess at gera bygnað arligar royndir at gagnnýta verandi játtan betur til frama fyri næmingar, lærarar og avvarðandi kommunur.

  5. Skúlasamstav sum royndarskipan § 57, stk. 12 Játtan, ið verður tøk eftir bygnaðar- broytingarnar sbrt. § 57, stk. 11, verður í mest møguligan mun at nýta til royndar-, menningar- og granskingar­verkætlanir, eftirútbúgving av lærarum og skúlaleiðarum umframt til møguligan meirkostnað hjá kommunum í skúla­samstarvinum

  6. Floksbýti • § 30, stk. 3 verður strikað • Tá ið børnini á fyrsta sinni verða býtt sundur í flokkar, eigur dentur at verða lagdur á, at tann einstaki flokkurin verður varðveittur, allur sum hann er, tey komandi skúlaárini

  7. Landsmiðstøðin § 23, stk. 4 verður strikað • Stk. 4. Landsmiðstøðin verður skipað eftir greiniligari reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur • Landsmiðstøðin er vorðin partur av samanlagda stovninum Vitanum, sum verður heimilaður í Løgtingslóg nr. 48 frá 9. mai 2005 um útgávu av undirvísingarmiðlum.

  8. Skúlabygnaður § 47, stk. 6 og § 52, stk. 4 • § 47, stk. 6. Kommunustýrið ger upp- skot um skúlabygnað kommununnar og broytingar í honum, sbr. §§ 32, stk.1 og 57, stk. 5. • § 52, stk. 4. Skúlastýrið viðger saman við kommunustýrinum uppskot um skúlabygnað kommununnar og broytingar í honum, sbr. § 32, stk. 1.

  9. Skúlabygging § 57, stk. 4, pkt. 2 • Í § 57, stk. 4 verður sett nýtt pkt. 2 • Góðkenningin skal eisini hava atlit at hølistørvinum í kommununi og grannakommunum

  10. Aðrar broytingar • Ásetingar í §§ 14, 16 og 17 um próvtøku í 9. og 10 fl. m.a. - Fráfaringarroynd broytt til próvtøku - Próvtøkulærugreinirnar verða ásettar í kunngerð - Nýggj kunngerð verður sett í gildi

  11. GILDISKOMA • Lógin verður sett í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd • Ásetingarnar í § 1. nr. 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11 og 12 fáa tó gildi 1. august 2011

More Related