1 / 26

Kvinnan í Nýggja Testamenti

Kvinnan í Nýggja Testamenti . Møti á Argjum 24. mai 2009 Tom Skaale (lænt frá Kenneth E. Bailey) . Fyrispurningur. Tað sum vit ynskja at hoyra nakað um er uppgávuna hjá kvinnuni, bæði í meinigheitini og uttanfyri. Hvat kann kvinnan td. ikki, sum maðurin kann,

donar
Download Presentation

Kvinnan í Nýggja Testamenti

An Image/Link below is provided (as is) to download presentation Download Policy: Content on the Website is provided to you AS IS for your information and personal use and may not be sold / licensed / shared on other websites without getting consent from its author. Content is provided to you AS IS for your information and personal use only. Download presentation by click this link. While downloading, if for some reason you are not able to download a presentation, the publisher may have deleted the file from their server. During download, if you can't get a presentation, the file might be deleted by the publisher.

E N D

Presentation Transcript


  1. Kvinnan í Nýggja Testamenti Møti á Argjum 24. mai 2009 Tom Skaale (lænt frá Kenneth E. Bailey)

  2. Fyrispurningur • Tað sum vit ynskja at hoyra nakað um er uppgávuna hjá kvinnuni, bæði í meinigheitini og uttanfyri. • Hvat kann kvinnan td. ikki, sum maðurin kann, • hvat inniber tað at vera undirgivin manninum o.s.fr.

  3. Nógvar kristnar gentur/kvinnur føla seg stoyttar av ymiskum skriftstøðum, sum td. at kvinnan skal vera heima og læra og annað tílíkt. • Tað er ikki rætt at nakar skal føla seg stoyttan, tí út frá Bíbliuni verður kvinnan jú ikki mett minni enn maðurin, hetta er alt ein misskiljing. • So kemur tann torføri spurningurin, hvat hugtakið hirði og leiðari merkir, tí hetta skal kvinnan jú ikki vera. • Hvar eru avmarkingarnar, og hvussu høgt er kvinnan í veruleikanum vird í mun til mannin? • Er meiningin at stremba eftir at baði kyn skulu vera eins?

  4. Jalig skriftorð um: Kvinnuligar lærisveinar Kvinnuligar lærarar Kvinnuligar diakonar/ umsjónarmenn Kvinnuligar profetar Ein kvinnuligan ápostul Kvinnuligar elstar Neilig skriftorð: 1 Kor 14,33-36 kvinnur skulu tiga í samkomuni 1 Tim 2,11-15 kvinnan skal ikki vera lærari ella “taka sær ræði á” manninum Jalig og neilig skriftorð um kvinnuligar tænastur í NT

  5. 1. Kvinnuligir lærisveinar • Jesus hevði kvinnuligar lærisveinar • Orðið “lærisveinur” fyrikemur einaferð í NT sum eitt kvennkynsorð. • Í Áps 9.36 verður Tabita nevnd mathetria (læriveinur)

  6. 1. Kvinnuligir lærisveinar • Matt 12,46-50 • Men hann svaraði og segði við tann, ið segði honum tað: »Hvør er móðir mín og hvørjir eru brøður mínir?« Og hann rætti hondina út yvir lærusveinar sínar og segði: »Sí, hetta er móðir mín og brøður mínir! Tí at hvør tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum, hann er bróðir mín og systir mín og móðir mín.«

  7. 1. Kvinnuligir lærisveinar • Luk 10,38 ein kvinna, ið nevndist Marta beyð honum inn hjá sær. Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist niður við føturnar á Jesusi og lýddi á talu hansara... • Eg (Paulus) eri ... aldur upp í hesum staði við føtur Gamaliels, upplærdur í strangleikanum eftir fedralógini, Áps 22,3

  8. 2. Kvinnuligir lærarar í NT • Áps 18,24-28 • Ápollos, ein orðhagur maður og sterkur í skriftunum, kom til Efesus. Hann hevði verið upplærdur um veg Harrans, og brennandi í andanum talaði hann og lærdi greiniliga um Jesus, tó at hann bert kendi dóp Jóhannesar. Hesin maður tók at tala djarvliga í samkomuhúsinum, og tá ið Priskilla og Akvilas hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og greiddu Guðs veg gjøllari fyri honum

  9. 2. Kvinnuligir lærarar í NT • Lovsongur Mariu Luk 1,46-55 • Og Maria segði: »Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Guði, frelsara mínum, tí at hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hans. Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum. Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína — eftir tí, sum hann talaði til fedra vára — móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!«

  10. 3. Kvinnuligir diakonar/ umsjónarmenn • Róm 16,1-2 • Eg leggi eitt gott orð inn fyri Føbe, systur okkara, sum er tænari hjá kirkjuliðinum í Kenkreu,  at tit taka ímót henni í Harranum, sum tað sømir heilagum, og dugna henni í hvørjum føri, sum hon kann treingja til tykkara; tí at hon hevur verið ein stuðul hjá mongum og hjá mær sjálvum við

  11. Kirkjuliðstænarar (diakonus) skulu vera: Siðaðir Ikki tvítungutir Ikki tráir eftir nógvum víni Ikki hug til ljótan vinning Hava loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku Somuleiðis skulu kvinnurnar vera: Siðaðar Ikki baktralandi Fráhaldandi - Trúgvar í øllum lutum (pistos er annar altíð umsett trúgvandi ella vert at trúgva, 8 støð) Diakonarir í áps 6 prædika orðið áps 7 og 8 3. Kvinnuligir diakonar/ umsjónarmenn 1 Tim 3,8-11

  12. 4. Kvinnuligir profetar • Ef 2,19-20 Guðs húsfólk, uppbygdir á grundvøll ápostlanna og profetanna • Nakrir teirra vóru kvinnur • Áps 21,8-9 Filippusi evangelisti ... átti fýra ógiftar døtur, sum profeteraðu • 1 Kor 11,5 ein og hvør kona, sum heldur bøn ella profeterar við berum høvdi, hon skemmir høvur sítt

  13. 5. Kvinnuligur ápostul? • Róm 16,7 Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum, sum eru navngitnir ápostlanna millum, og sum har aftrat hava verið í Kristi undan mær Junias = kallkynsorð í hvørfalli (Junianus) Grekst: Junian Junia = kvennkynsorð í hvørfalli

  14. 6. Kvinnuligir elstir • 1 Tim 5,1-2 Gamlan mann mást tú ikki deila; men áminn hann sum faðir, ungar menn sum brøður, gamlar konur sum møður, ungar konur sum systrar, í øllum reinleika 1. Tá ið tú heldur hesum fram fyri brøðrunum 4,6-11 2. Timoteus og teir elstu (og yngru) 4,12-5,2 3. Eldri einkjur 5,3-16 4. Timoteus og teir elstu 5,17-20 5. Eg leggi tær dýrt við... at tú gáar um hetta (ordinatión) 5,21-22

  15. Neilig skriftorð • Kvinnur skulu tiga í meinigheitini (1 Kor 14,33-36) • Kvinnan skal ikki vera lærari ella “taka sær ræði á manninum” (1 Tim 2,11-15) • Hetta sær út til at staðfesta beint tað øvugta av øllum tí, vit higartil hava lisið í Bíbliuni.

  16. Gevur 5 alternativ til Bíbliuna • Bíblian mótsigur sær sjálvari og tí óviðkomandi • Taka tað, sum sigur “ja” til kvinnur og ignorera restina • Leggja dent á tað neiliga og ignorera tær kvinnuligur tænasturnar í NT • Staðfesta, at NT er í stríð seg sjálvt og at kirkjan bara kann velja eitt bíbilskt sjónarmið ímóti hinum. • Hyggja enn einaferð eftir teimum neiligu tekstunum, fyri at vita, um tær søguligu umstøðurnar loyva størri einleika í NT enn vit rokna við.

  17. Hyggja at alternativ 5 Alt brotið frá 1 Kor 11 til 14 hongur saman. 1. Óskil í gudstænastuni • Klæðir hjá k/m profetum (11,2-16) • Óskil við altarborið (11,17-34) 2. Andaligar gávur (kp 12) 3. Kærleikin (kp 13) 4. Andaligar gávur (kp14) 5. Óskil í gudstænastuni • Profetar tosa samstundis (14,26-33a) • Kvinnur tosa í samkomuni (14,33b-36)

  18. Tey, ið órógva gudstænastuna (1 Kor 14,26-36) • Profetarnir fáa at vita: • Tosið ikki allir ísenn • Tigið í samkomuni • Tey, ið tala í tungum, fáa at vita: • Um eingin er at týða • so tigið í samkomuni • Giftar kvinnur fáa at vita: • Spyrji ikki spurningar undir gudstænastuni og ikki snakka • Spyrji menn tykkara heima og tigið í samkomuni

  19. Hetta er eitt boð frá Harranum 1. Um einhvør tykist at vera profetur (kp. 11) 2. Ella andligur (kp. 12) 3. Tá má hann duga at skyna, at tað, sum eg skrivi til tykkara, er boð Harrans (kp. 13). Men um einhvør ikki skynir tað, tá lati hann vera at skyna tað! 4. Tess vegna, brøður mínir, tráið eftir at profetera, og forðið ikki fyri at tala í tungum! (14,1-25) 5. Men sómi og skil veri á øllum! (14,26-36)

  20. 1 Tim 2,11-15 • v11 Kona eigur at læra í kvirri, í øllum undirgivni. • v12 Men eg gevi ikki konu loyvi til at vera lærari ella at taka sær ræði á manninum, men at vera í kvirri. • v13 Tí at Ádam varð fyrst myndaður, síðan Eva; • v14 og Ádam varð ikki dáraður, men konan varð dárað og er fallin í misgerð. • v15 Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, um tær verða standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi.

  21. 1 Tim 2,11-15 Bakgrundin • Støðan hjá Timoteus • Ungur, sjúkur, pressaður • Gnosistisk ranglæra hevði trongt seg inn í kirkjuna • Kvinnuligir lærarar spældu ein avgerandi leiklut • Artimes templið í Efesus • Leiðslan: kvinnur og geldir menn • Prestarnir: kvinnur við ymiskum uppgávum • Hugburðurin millum (konu)fólk

  22. 1 Tim 2,11 Teksturin • Kona eigur at læra í kvirri, í øllum undirgivni. • Byrjar við einum boði: Kona eigur at læra • Í kvirri – merkir friðaliga ella í stillheit. • Í øllum undirgivni – Hvørjum skulu tær vera undirgivin?

  23. 1 Tim 2,12 Teksturin • Men eg gevi ikki konu loyvi til at vera lærari • Tær høvdu ranga læru (m.a. gnosis) • ella at taka sær ræði á manninum, • Umstøðurnar førdu til skeivan hugburð • men at vera í kvirri.

  24. 1 Tim 2,13-14 Teksturin • Tí at Ádam varð fyrst myndaður, síðan Eva; • og Ádam varð ikki dáraður, men konan varð dárað og er fallin í misgerð.

  25. 1 Tim 2,15 Teksturin • Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, um tær verða standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi.

  26. Samanumtikið • Gal 3,28 Her er ikki ... kallur ella kona; tí at tit eru øll ein maður í Kristi Jesusi. • Rætt skilt eru øll skriftorð, um hetta evnið, í trá við aðalmálið omanfyri.

More Related